blank

Vælkomin á Víkingafestival

Mølheyggjar á Sandi 5. – 7. juli 2024

Longhouse Leirvík

Yvirskotið fer til bygging av langhúsi og sum frá líður víkingabygd 

Árið er 1024

Tú situr við Mølheyggjar eitt hásummarkvøld. Tjøldini standa tøtt og stolt á vøllinum. Hugtikin av bardagaframsýningini og kveikjandi fornhandverki, tú royndi har, varnast tú lokkandi angan av víkingamatinum. Láturin frá fólki, ið sita og hugna sær við bálið, rennur saman við tónleikin við fornljóðførum og sangi. Tú blundar og vónar, at løtan aldrin endar.

Vilt tú við sum víkingur ella sjálvboðin?

Vend teg til okkum við at trýsta á búmerki
blank

Festívalhöll staðseting

Sandur – við Mølheyggjar

Víkingatorgið

Festívalhöll bjóðar tær og tínar vinir, mammur og pápar, syskin, ommur og abbar ella børnum aftur í tíðina eina løtu. Víkingar koma víða frá. Við sær hava teir autentisk tjøld, har teir sýna fram ymiskt handverk úr víkingatíð. Møguligt verður at luttaka í víkingaleikum, har tú kanst royna teg sum sannur víkingur! Frumkendar tónleikaframførslur kunnu upplivast á staðnum. Somuleiðis við søgum og bardagaframførslum. Á økinum ber til at keypa leskiligan mat tilvirkaða úr rávørum, ið vóru tøkar fyri víkingar í sínari tíð. Drekka kann keypast afturvið. Síðst, men ikki minst verður bál har man kann sita við víkingum og práta, syngja, flenna og reypa. Vit gleða okkum til hugnaligar dagar við tykkum.
blank

Skeið

Festívalhöll bjóðar skeið í Bayeux brodering 3. juli. Síggja meira við at trýsta á búmerki niðanfyri. Arbeitt verður upp á at fáa eitt ella fleiri skeið afturat. Dugur tú at undirvísa í fornum handverki, ið fer heilt aftur til víkingatíð, og gjarna vil bjóða teg fram, er tú vælkomin at skriva til okkara.
blank
Festívalhöll bjóðar skeið í ymsum handverki. Fylg við her, tá skeiðini verða dagførd.
blank

Tónleikur

Festívalhöll fær vitjan av dugnaligum tónleikarum sum spæla á økinum. Meira verður lýst seinni á leinkjuni niðanfyri
blank

Samband

Jansstovugøta 5, FO-100 Tórshavn, Føroyar