Vælkomin á Festívalhöll

Víkingar koma úr øllum ættum, og fara á Festívalhöll at vísa hvussu vit livdu fyri 1000 árum síðani.

Bardagaframførslur, søgur og frumkendur tónleikur kunnu upplivast á staðnum.

Ver við á víkingatingi og royn teg í nógvum ymsum víkingaleikum, sum sannur víkingur!

Um tú heldur hevur áhuga í handverki, ber til at síggja og royna fornhandverk.

Á økinum bjóða vit smakkiroyndir av leskiligum mati, sum er tilvirkaðar úr rávørum, ið vóru tøkar tá.

Síðst, men ikki minst verður bál har man kann sita saman við víkingum og práta, syngja, flenna og reypa.

Vit gleða okkum til hugnaligar dagar við tykkum.

Ókeypis atgongd!

NB 2023 Skrá!

blank

Festívalhøll staðseting

Sandur – við Mølheyggjar