Tekna teg - víkingur ella sjálvboðin

Víkingur

Tað er eitt krav at tú hevur erfaring sum víkingur ella er í einum víkingabólki. Autenticitet er høgt í metum til festivalin og forvænta vit at tú gert títt besta at halda høgt støði. 

Vit forvænta at tú luttekur allar dagar og er á økinum, tá opið er. Vit vilja fegin vita hvat tú tekst við sum víkingur og um tú eisini vilt hjálpa til við øðrum uppgávum. 

Vit bjóða mat teir dagar festivalurin fer fram. 

Ynskir tú at vera víkingur, men onga erfaring hevur enn, ber til at seta teg í samband við Berserk.

Hevur tú hug at luttaka á Festívalhöll sum víkingur vinarliga trýst á knøttin niðanfyri.

Sjálvboðin

Vilt tú stuðla Festívalhöll og harvið eisini bygging av víkingabygd sum sjálvboðin er tú hjartaliga vælkomin til tess. 

Sum sjálvboðin fær tú uppliva festivalin á ein ørvísi hátt enn vitjandi. Tú verður partur av víkingafelagsskapinum – bálhugna, sang, skemt og tvætl. Tú fært mat og møguliga skeið ella líknandi alt eftir hvussu nógvar tímar tú fært lagt í. Vit forvænta, at tú vísur blíðskap mótvegis bæði gestum og víkingum og at avtalur verða hildnar.

Vit hava tørv á alla hjálp vit kunna fáa og uppgávurnar eru ymiskar. Við tilmeldan kanst tú seta kross við tí sum tú helst vilt hjálpa við. Tað eru uppgávur so sum at seta upp og/ella taka niður, sita í billettsølu, standa vakt, køks- og barrarbeiði, reinhald og annað. 

Ver vælkomin!