Festívalhöll Skeið
Mikudag 3. juli 2024 kl. 13-18 - Ungmannafelagið Virkið á Sandi - Prísur 695 kr.
Kom og lær teg aldargamlan broderingssið, ið bleyv brúktur í víkingaøld! Teknikkurin hóskar seg sera væl til brodering á dúk, gardinur, pútur ella til tey, ið ynskja ein øðrvísi og serstakan hátt at brodera føroysku klæðini.
Teknikkurin sæst á kenda Bayeux tapetinum, sum hevur ligið væl goymt í einari kistu í katedralinum í Bayeux í mong árahundrað. Bayeux tapetið er bæði eitt søguligt og listarligt meistaraverk. Tað var allarhelst Odo bispur, hálvbeiggi Vilhjálm Sigurvegara, ið bílegði tapetið, sum varð broderað í Onglandi í 1070-unum. Tapetið fortelur søguna um, tá Vilhjálmur gjørdi innrás í og vann Ongland, í bardaganum í Hastings í 1066.
Undirvísarar á skeiðinum eru Freja Lindahl Pedersen og Amalie Jonnasdatter. Freja er sjálvlærd í Bayeux brodering, sum hon íðin hevur arbeitt við í mong ár.
Málið er danskt/skandinaviskt (enskt/finskt eftir tørvi) og varar í 5 tímar. Ávmarkað pláss! Skeiðið er ikki ætlað børnum.
Skeiðið verður hildið á Virkinum á Sandi. Við í prísinum er tilfar: Klædnapetti við myndevni úr Bayeux tapetinum, ramma, nál og tráður. Vit bjóða drekka og onkran munnbita.
Hósdag 4. juli 2024 kl. 10-13 - Ungmannafelagið Virkið á Sandi - Prísur 475 kr.
Lær teg aldargamlan sið at viðgera og spinna frálíku føroysku ullina, líka sum víkingar gjørdu tað. Víkingar vóru sera kønir í at gera plagg og hvør tráður varð gjørdur til heilt serstøku uppgávuna, um talan var um til dømis klæðir ella segl.
Vit arbeiða við føroyskari ull, og tú lærir at kemba og deila ullina í ymsar fibur tjúktir, sum eru hóskaðar til ymsu sløgini av plaggi. Tú lærur at spinna á handsnældu og gera títt egna tógv. At enda fara vit at skifta orð um, hvussu føroyska ullin er í mun til ullina frá víkingatíð, og tú kann føla hondspunnin, hondvovin endurgjørd víkingaklæði.
Undirvísari á skeiðnum er Mette Wikkelsø, sum hevur drúgvar royndir í at spinna, veva og seyma. Hon hevur endurgjørt bæði bronsualdar- og víkingaklæði.
Málið er danskt/skandinaviskt (enskt eftir tørvi) og varar í 3 tímar. Ávmarkað pláss! Skeiðið er ikki ætlað børnum.
Skeiðið verður hildið á Virkinum á Sandi. Við í prísinum er tilfar og atgongd til amboð, ið verða nýtt á skeiðinum. Um tú hevur tína egnu snældu, er tú vælkomin at taka hana við og venja teg við henni. Vit bjóða drekka og onkran munnbita.
Annað handverk
Vit hava ikki fleiri skeið á skránni, tekna teg til tíðindabræv niðanfyri um tú vil verða fyrst(ur) at vita um fleiri skeið verða. Send okkum eini boð um tú hevur hug at halda skeið í fornum handarbeiði. Til ber at hitta víkingar, ið gera ymiskt handverk á festivalinum.