Festívalhöll Skeið

blank

Mikudag 3. juli 2024 kl. 13-18 - Ungmannafelagið Virkið á Sandi - Prísur 695 kr.

Kom og lær teg aldargamlan broderingssið, ið bleyv brúktur í víkingaøld! Teknikkurin hóskar seg sera væl til brodering á dúk, gardinur, pútur ella til tey, ið ynskja ein øðrvísi og serstakan hátt at brodera føroysku klæðini.

Teknikkurin sæst á kenda Bayeux tapetinum, sum hevur ligið væl goymt í einari kistu í katedralinum í Bayeux í mong árahundrað. Bayeux tapetið er bæði eitt søguligt og listarligt meistaraverk. Tað var allarhelst Odo bispur, hálvbeiggi Vilhjálm Sigurvegara, ið bílegði tapetið, sum varð broderað í Onglandi í 1070-unum. Tapetið fortelur søguna um, tá Vilhjálmur gjørdi innrás í og vann Ongland, í bardaganum í Hastings í 1066.

Undirvísarar á skeiðinum eru Freja Lindahl Pedersen og Amalie Jonnasdatter. Freja er sjálvlærd í Bayeux brodering, sum hon íðin hevur arbeitt við í mong ár. 

Málið er danskt/skandinaviskt (enskt/finskt eftir tørvi) og varar í 5 tímar. Ávmarkað pláss! Skeiðið er ikki ætlað børnum.

Skeiðið verður hildið á Virkinum á Sandi. Við í prísinum er tilfar: Klædnapetti við myndevni úr Bayeux tapetinum, ramma, nál og tráður. Vit bjóða drekka og onkran munnbita.

blank

Annað handverk

Vit hava enn ikki fleiri skeið á skránni, tekna teg til tíðindabræv niðanfyri um tú vil verða fyrst(ur) at vita um fleiri skeið verða. Send okkum eini boð um tú hevur hug at halda skeið í fornum handarbeiði. Til ber at hitta víkingar, ið gera ymiskt handverk á festivalinum.

Tíðindabræv Festívalhöll skeið