Stuðlað hava

Festívalhöll hevði als ikki borið til uttan tann megnar stuðul vit fáa – bæði fíggjarliga, við tilfari og sum sjálvboðið arbeiði.
Eina hjartans tøkk til tykkum, ið stuðla Festívalhöll 2024:

Fyriskiparar

Stuðulsfelagið Víkingabygd

Stuðulsfelagið Víkingabygd er áhugafelag, sum varð stovnað í samband við fyrsta Festívalhöll í 2021. Endamálið er at savna pening til at byggja autentiska føroyska víkingabygd í Føroyum.

Stuðulsfelagið Víkingabygd skipar nú festivalin, men enn í tøttum samstarvið við Berserk og Viking Events úr Føroyum og Rimmugýgur úr Íslandi.

Berserk

Berserk er eitt áhuga-/ítróttarfelag, har dentur verður lagdur á at endurgeva, hvussu lívið var í Føroyum í víkingatíðini.

Sum einasti bólkur í Føroyum vísa vit fram bardagar við víkingavápnum.

Viking Events

Viking Events er eitt íverksetarafelag, sum fyrst og fremst skipar fyri tiltøkum, ið snúgva seg um víkingatíðina.

Viking Events hevur saman við Berserk skipað fyri fleiri stórum og smáum víkingatiltøkum í Føroyum.

Rimmugýgur

Rimmugýgur er eitt víkingafelag, sum varð stovna í 1997 í Hafnarfirði. Upprunaliga fekst felagið við bardaga, men skjótt komu handverka- og listafólk afturat, sum gjørdi tað møguligt at stovna ein rættiliga stóran víkingafestival við mongum møguleikum. Bardagi, handverk, tónleikur, leikir o.s.fr. Í felagum eru uml 200 limir nú.