Livandi víkingabygd
Livandi víkingabygd
Allir okkara norrønu grannar hava væl vitjaðar víkingabygdir og/ella -søvn. Summi meira autentisk enn onnur og summi meira livandi enn onnur. Ongin føroysk víkingabygd er til. Tað vilja vit fegin broyta.
Framtíðar visiónin er at byggja føroysk langhús og, sum frá líðir, eina víkingabygd. Henda bygd skal verða miðdepil fyri livandi føroyskari landnámssøgu.
Vit vilja vísa, so eftirfarandi sum til ber, hvussu forfedrar okkara livdu. Hetta inniber m.a. lívshátt, handverk, ítrótt og tónleik.
Vit ynskja við livandi søgu at vekja áhuga fyri okkara mentanararvi.
Tekna teg sum lim
Limagjaldið er sett til 150 kr árliga fyri einstaklingar og 450 kr árliga fyri feløg.
Fyll inn hesar teigarnar og flyt limagjaldið á konta í Betri Banka 9181 5557250.
Húsini hómaðust longu, tá eg fór úr bussinum, og legði nútímans verðina aftur um bak. Mín ferð gekk aftur til árið 1025.
Tá ið eg nærkaðist, var eg móttikin av manni í víkingaklæðum. Hann vísti mær landnámsdunnur, -gæs og -høsn, sum gingu runt millum føroysk ross og seyð, svín og neyt. Eisini vísti hann mær á gagnplanturnar hvonn, bygg, leyk, gularót, barald og heslirunn.
Nærhendis royndu børn seg í leikum, og summi, ið vóru eldri, vandu við vápnum. Eg fór yvir til teirra, og varð bjóðað av í leikunum feittpinn, áratak og øksakast.
Komin inn í húsini, kendist tað sum, at her búleikast onkur. Pottar og pannur hungu úr tvørbjálkanum, og fjálgt var rundan um bálstaðið. Tá eyguni høvdu vant seg við tað sindrið av ljósi, ið inni var, legði eg merki til fólkini, ið arbeiddu longri inni. Ein kona tók ímóti mær. Hon vísti mær og greiddi frá, hvussu tey spunnu, karðaðu, vevaðu og seymaðu, gjørdu tálgaljós og reinsaðu skinn. Eg royndi meg í kynstrinum at spinna, og koyrdi síðani spunnað tráðin í vevin.
Beint við síðuna av mær hoyrdi eg onkran rópa av gleði. Tað var ein drongur, ið akkurát vann á einum øðrum í nevtalvi; hesin bjóðaði mær av.
Eisini slapp eg til guðstænastu í snotiligu kirkjuni. Tað var sera áhugavert, tí at talan var um keltiskan kristindóm.
So kom tíðin til serstaka tiltakið – veitslan! Gátuførur tónleikur smoygdi seg millum húsini, og angin av mati fekk vatnið at renna mær úr tonnunum. Hesin matur var bert fyri tey allar, allar ríkastu, so sum Sigmundi – lambsgrýta við hunangi og bjóri. Afturvið fekk eg eitt glas av mjøði. Hetta dámdi mær sera væl. Veitslan helt á til langt út á náttina. Fleiri leikir vóru vístir, yrkingar vóru lisnar, og sangir sungnir. Eftir ein langan, stuttligan dag, legði eg meg at sova í skinnsoviposa. Eg svav nakað so væl, tí her var púra kvirt, burtursæð frá, at onkur snorkaði av og á.
Tá ið eg vaknaði, angaði av bygggreyti, sum var so at siga klárur at eta. Seinasti bitin var akkurát komin niður um, tá eg hoyrdi róp uttanfyri. “Tróndarmenn loypa á!” Komin út vóru menn longu klárir at verja okkum. Tróndarmenn vildu hava fatur á Sigmundi, men blivu teir bukaðir av.
Eg takkaði fyri meg, og fór aftur fram til ár 2025; bussurin stóð og bíðaði eftir mær.